TRÆ vindeygu

Tú ert her:  TRÆ  vindeygu
Onnur sløg av vindeygum

Stutt um TRÆvindeygu frá Vind

Eitt vindeyga er ikki bara eitt vindeyga. Eitt vindeyga skal passa inn í heildina og skapa balansu – samstundis sum tað passar til byggistílin.
Tað rætta vindeyga gevur húsinum sjarmu. Vindeyguni skulu passa til tín byggistíl.
Annaðhvørt um tað skal vera tunnir karmar ella breiðir karmar, so finna vit eina loysn.

Meira upplýsingar um vindeyguni

Stutt um farvur

Tú hevur møguleika at velja millum hesar 10 standardfarvurnar.

Svart

RAL 9005

Fløskugrønt

RAL 6007

Mahognibrúnt

RAL 8016

Svenskarareytt

Antrazitfrátt

RAL 7016

Ljósagrátt

RAL 7035

Kremhvítt

RAL9001

Renhvid

RAL 9010

Træ vindeyguni frá Vind
eru sera umhvørvisvinarlig

Trævindeyguni frá Vind eru serstøk tá tað kemur til inniklima og umhvørvi.
Øll framleiðslan og fyrireikingararbeiði verður gjørt við atliti til til umhvørvisvinarligar loysnir – m.a ein 2ØKO skipan til yvirflatubehandling av trænum.  

Framtíðartryggjaðar orkuloysnir
Trævindeyguni frá Vind eru framleidd soleiðis at øll núverandi og væntandi framtíðar orkukrøv vera uppnátt. Hetta vil viðføra, at vindeyguni vilja føra til at orkunýstlan ið húsunum vil minka. Sum standard, so vera trævindeyguni veitt við 2 lagaðum orkurútum við hitakanti. Eisini ber til at velja 3 lagaðar orkurútar við hitakanti. Hitakanturin isolerar rútin maksimal, soleiðis at hitatapið gerst minimalt. 

Stutt um glas

Í øllum træ-vindeygum frá Vind fart tú orkusparandi lágorkurútar við sum standard. Lágorkurútarnir hava tvey løg av glasi, harav tað eina hevur eitt serstakt lag omanyvir – ein sokallaðan lágorku film. Hesin tunni ósjónligi filmurin letur sól og sólhita at koma inn, og forðar samstundis hitanum frá rúmupphitingini í at koma út. Opningina í millum tey tvey løgini av glasi hava vit fylt við argon, heldur enn vanligar luft. Argon hjálpir við at tryggja, at tú missir so lítið av hita sum gjørligt.

3 lagað glas
Ynskir tú eina enn betri isolering, so eru vindeygu við 3 lagaðum glasi tað rætta fyri teg. Við 3 lagað glas og heitum kanti isolerar rúturin betri, soleiðis at hita tapið verður minimera. 

Stutt um haldføri

Træ vindeyguni frá Vind eru yvirflatubehandlaði, og krevja tískil minimalt viðlíkahaldsarbeiði.
Ein dropi av olju til smyjing av hongslum og nakað av sápu og svampi til træverkið av og á er alt tað viðlíkahald sum krevst, fyri at fáa longt livitíðina.

Garanti

Træ vindeyguni frá Vind eru umfataði av DVV (Dansk Vindues Verifikation), og yvirheldir allar treytir ið DVV ásetur.

Vindeyguni eru eisini CE-góðkend sum prógv fyri at vindeyguni uppfylla tey krøv ES setur innan byggivinnuna.

Tá vindeyguni eru umfataði av DVV garanti, eru vindeyguni eisini umfataði av 5 ára garanti, sum okkara veitari hareftir hevur longt við 5 árum eyka, soleiðis at Vind kann tryggja eitt 10 ára garanti uppá síni trævindeyguni. 

Yvirlit yvir snið

Fá eitt tilboð
Tað er ókeypis og óbindandi

Vit hjálpa tær at finna júst tað røttu loysnina til tíni hús. Vit vilja fegin hjálpa tær.

Send okkum eini boð høgrumegin - og vit venda aftur skjótast gjørligt :-)
Takk fyri! Vit hava móttikið tygara boð, og svara aftur skjótast gjørligt.
Feilur. Royn vinarligast aftur.

Sølutorg

Sølutorg

Framsýning

Samband