Træ-alu vindeygu

Tú ert her:  TRÆ-ALUvindeygu
Onnur sløg av vindeygum

Stutt um TRÆ-ALU vindeyguni frá Vind

Træ-alu vindeyguni frá Vind samanfletta bestu eginleikarnar frá trimum sterkum evnum. Útvendiga er ein sløtt og viðlíkahaldsfrí yvirflata í lakeraðum aluminium. Innanfyri er eitt heitt og behagiligt vindeyga framleitt úr ektaðaðari kjarnu furutræ – sjálvsagt PEFC viðurkent (PEFC er ein góðkenning um burðardyggan skógrakstur). Í miðjuni av vindeyganum er ein isolatiónsprofilur gjørdur úr komposit við isolerandi kømrum.

Meira upplýsingar um vindeyguni

Stutt um sniðið

Træ-alu vindeyguni frá Vind eru vakurt sniðgivin við einari heilt serligari konstruktión av teimum 3-lagaðu glas rútunum.
Træ-alu vindeyguni kunnu veitast bæði sum útgangandi og inngangandi elementir við 3-lagaðum rútum, hvar karmrammu konstruktiónin er uppbygd soleiðis, at tað er pláss til eina rútatjúkd á 48 mm. Hetta viðførir veldiga góð orkuvirðir, sum longu nú lúka 2020 krøvini.

Rútar av hægstu góðsku

Øll vindeygu frá Vind vera veitt við lágorkurútum við hitakanti. Hetta tryggjar eitt minimalt tap av hita.
Til allar okkara vørur ber til at keypa rútar við ymiskum funktiónum. Hetta verður framt umvegis serbílegging.

Vind bjóðar 4 tilkeyp av glasi til træ-alu vindeygu

Prýðisglas

Prýðisglas, eisini kalla ráglas, er sjónligt glas við einum mynstri í á yvirflatuni. Prýðisglas kann nýtast til praktisk endamál – s.s inn til vesi ella til úthurð. Eisini kann glasið nýtast sum prýðið, m.a kann tað geva eina flotta effekt á m.a úthurðina.

Trygdarglas

Trygdarglas er glas ið minkar munandi um vandan fyri innbroti. Við trygdarglasi verður munur gjørdur á tveimum høvuðssløgum: Herða glas og laminera glas.

Herða glas: Herða glas kann í nógvum førum geva eina góða trygd móti glasniðurfallið, trýstbelastningum og harðari viðferð. Herða glas er tó ikki besta loysn móti innbroti, tá tá fólk ið vita hvussu tað skal viðfarast møguliga kunnu sleppa gjøgnum sikringar og fremja herverk ella innbrot.

Laminera glas: Laminera glas hevur mangar brúksfunktiónir. Serliga funktiónin er at forða fyri ella seinka óbodnum gestum at troðka seg ígjøgnum. Tað lamineraða trygdarglasið verður framleitt við at tvey ella fleiri løg av glasið vera løgd saman við plastiskari plastfolio. Hesin pakkin verður hareftir hitaður somikið nógv upp, soleiðis at folian kann heftast á glasið.

Sólavvísandi

Funktiónin hjá vindeyganum skal vera at sleppa dagsljósið inn og samstundis skapa tað best møguliga inniklima við tí lægsta orkuforbrúkinum. Sólavvísandi glas noyðist ikki at vera farva. Serliga tá talan er um stór vindeyga partíir kan talan vera um at royna at lukka nakað av sólstrálunum úti, í og við at tað skjótt kann gerast sera heitt inni.

Við 70/40 standard sólavvísandi rútinum frá Vind verða 70% av ljósinum loyvt inn, men samstundis verður ávirkanin á hitan einans 40%.

Ljóðdoyvandi

Við ljóðdoyvandi rútum ber til at minka um larmin innandura. Í Føroyum búgva vit ofta tætt við veg, havnir og onnur stóð, har tað stendst nakað av larmi frá. Við ljóðdoyvandi rútum frá Vind kann sleppast undan hesi høvuðpínu. Ljóðdoyvandi eginleikin hjá vindeygum kann betrast við at broyta glasi og/ella økju um frástøðuna millum glaslagini. Tá man økir um tjúkdina á glasinum gerst rúturin tyngri, og ljóðbylgjurnar kunnu ikki seta somu svingningar eins lætt.

Stutt um farvur

Tú hevur møguleika at velja millum hesar 10 standardfarvurnar.

Svart

RAL 9005

Mahogoni brúnt

RAL 8016

Oliven grønt

RAL 6003 (mat)

Brúnt reytt

RAL 3011 (mat)

Enzianblátt

RAL 5010

Antrazitgrátt

RAL 7016

Trafikgrátt

RAL 7042

Ljósagrátt

RAL 7035

Kremhvítt

RAL 9001

Hvítt

RAL 9010

Stutt um karmarnar

Træ alu vindeyguni verða veitt við einari karmdjúpd á 129 mm.
Á einum vendi vindeyga er karm rammu einans 93 mm, og á einum topstýrdum einans 88 mm.
Úrsliti er eitt klænt og snøgt vindeyga ið loyvir so nógvum ljósið inn sum yvirhøvur gjørligt.

Stutt um trygd

Træ alu vindeyguni verða veitt við einari karmdjúpd á 129 mm.
Á einum vendi vindeyga er karm rammu einans 93 mm, og á einum topstýrdum einans 88 mm. Úrsliti er eitt klænt og snøgt vindeyga ið loyvir so nógvum ljósið inn sum yvirhøvur gjørlig.

Tey inngangandi vendi vindeyguni hava altíð 2 trygdarop og broytiligar “rullepaskhviler”.  

Sum tilkeyp ber til at keypa:
-  Lásiligt trygdargreb við sylindara.
-  Herda/laminera trygdarglas.
-  Lásiligt greb ella greb við trýsti knappi ella sperru til vendi/kip vindeygu.

Trýggjar læsingar
Ein trygdarkrókur
Broytilig trygdarop
Allir rútar eru límaðir fastir í rammuna, soleiðis at rúturin ikki kann
takast burtur.

Yvirlit yvir snið

Topstýrd

Topvend

TRÆ-ALU: Stutt og greitt

Garanti

10 ára garanti á øll træ-alu vindeygu!

Góðkenningar

DVC góðkent, DVV- og CE merkt. Energimærket.

Farvur

10 standardfarvur uttan meirkostnað.

Trygdarop

Broytilig trygdarop og krógar ið tryggja teg betri.

3 lagað glas

Karmar á 48 mm. Karmadjúpd á 129 mm.

2 lagað glas

Karmar á 26 mm. Karmadjúpd á 115 mm.

Profilar

Tunnir profilar ið tryggja at so nógv ljós sum gjørligt sleppur inn.

Isolering

Komposit isolatorprofilur við isolerandi kømrum sum mótvirka kuldabrýr og kondens.

Kjarnutræ

PEFC góðkent kjarnutræ. Eingin vakum imprægnering. Umhvørvisvinarlig grundbehandling móti ráleika og svampi.

Lakering

Útvendig lakering á viðlíkahaldsfrítt aluminium.

Livitíð

Long livitíð - nærum onki viðlíkahald.

FÁ EITT TILBOÐ

Skjótt og ómaksleyst

Vit hjálpa tær at finna júst tað røttu loysnina til tíni hús. 

Send okkum eini boð høgrumegin - og vit venda aftur skjótast gjørligt :-)
Takk fyri! Vit hava móttikið tygara boð, og svara aftur skjótast gjørligt.
Feilur. Royn vinarligast aftur.

Sølutorg

Sølutorg

Framsýning

Samband