Plast vindeygu

Tú ert her:  Plast vindeygu
Onnur sløg av vindeygum
TræTræ alu

Stutt um PLAST vindeygu frá Vind

Plast vindeyguni frá Vind seta eitt heilt nýtt støðið tá tað kemur til isolering.
Samstundis sum vindeyguni eisini eru ment til at lúka øll framtíðar krøv innan umhvørvi.
Vindeyguni eru framleidd úr nútíðar og viðlíkahaldsfríðum tilfari og sniðgivin soleiðis at tey passa til nærum øll hús - óansæð um húsini eru eldri ella spildur nýggj.

Meira upplýsingar um vindeyguni

Plast vindeyguni frá Vind
eru sera umhvørvisvinarlig

Við sínum lágorku rútum uppfylla vindeyguni øll minstukrøv frá BR10. Vindeyguni eru framleidd og sniðgivin við atliti til framíðar umhvørviskrøv.

Vindeyguni vera framleidd úr einum av sterkastu og mest haldbaru plasttilfarinum á marknaðinum – uPVC. Hetta plasttilfari verður endurnýtt, og tískil umhvørvisvinarligt.

Vindeyguni eru DVC góðkend, umframt at tey eisini eru DVV- og CE merkt.

Stutt um farvur

Tú hevur møguleika at velja millum hesar 10 standardfarvurnar.

Svart

RAL 9005

Mahogoni brúnt

RAL 8016

Oliven grønt

RAL 6003 (mat)

Brúnt reytt

RAL 3011 (mat)

Enzianblátt

RAL 5010

Antrazitgrátt

RAL 7016

Trafikgrátt

RAL 7042

Ljósagrátt

RAL 7035

Kremhvítt

RAL 9001

Hvítt

RAL 9010

Rútar av hægstu góðsku

Øll vindeygu frá Vind vera veitt við lágorkurútum við hitakanti. Hetta tryggjar eitt minimalt tap av hita.
Til allar okkara vørur ber til at keypa rútar við ymiskum funktiónum. Hetta verður framt umvegis serbílegging.

Vind bjóðar 4 tilkeyp

Prýðisglas

Prýðisglas, eisini kalla ráglas, er sjónligt glas við einum mynstri í á yvirflatuni. Prýðisglas kann nýtast til praktisk endamál – s.s inn til vesi ella til úthurð. Eisini kann glasið nýtast sum prýðið, m.a kann tað geva eina flotta effekt á m.a úthurðina.

Trygdarglas

Trygdarglas er glas ið minkar munandi um vandan fyri innbroti. Við trygdarglasi verður munur gjørdur á tveimum høvuðssløgum: Herða glas og laminera glas.

Herða glas: Herða glas kann í nógvum førum geva eina góða trygd móti glasniðurfallið, trýstbelastningum og harðari viðferð. Herða glas er tó ikki besta loysn móti innbroti, tá tá fólk ið vita hvussu tað skal viðfarast møguliga kunnu sleppa gjøgnum sikringar og fremja herverk ella innbrot.

Laminera glas: Laminera glas hevur mangar brúksfunktiónir. Serliga funktiónin er at forða fyri ella seinka óbodnum gestum at troðka seg ígjøgnum. Tað lamineraða trygdarglasið verður framleitt við at tvey ella fleiri løg av glasið vera løgd saman við plastiskari plastfolio. Hesin pakkin verður hareftir hitaður somikið nógv upp, soleiðis at folian kann heftast á glasið.

Sólavvísandi

Funktiónin hjá vindeyganum skal vera at sleppa dagsljósið inn og samstundis skapa tað best møguliga inniklima við tí lægsta orkuforbrúkinum. Sólavvísandi glas noyðist ikki at vera farva. Serliga tá talan er um stór vindeyga partíir kan talan vera um at royna at lukka nakað av sólstrálunum úti, í og við at tað skjótt kann gerast sera heitt inni.

Við 70/40 standard sólavvísandi rútinum frá Vind verða 70% av ljósinum loyvt inn, men samstundis verður ávirkanin á hitan einans 40%.

Ljóðdoyvandi

Við ljóðdoyvandi rútum ber til at minka um larmin innandura. Í Føroyum búgva vit ofta tætt við veg, havnir og onnur stóð, har tað stendst nakað av larmi frá. Við ljóðdoyvandi rútum frá Vind kann sleppast undan hesi høvuðpínu. Ljóðdoyvandi eginleikin hjá vindeygum kann betrast við at broyta glasi og/ella økju um frástøðuna millum glaslagini. Tá man økir um tjúkdina á glasinum gerst rúturin tyngri, og ljóðbylgjurnar kunnu ikki seta somu svingningar eins lætt.

Stutt um isolering

Vindeyguni  eru heilt serstøk tá tað kemur til isolering.
Við støðið í teimum herdu krøvunum innan vindeygu og tess isoleringsevnum eru plast vindeyguni hjá Vind tann besta loysnin tá tað kemur til nýbygging, ella til umbygging av eldri sethúsum ella vinnubygningum.
Tann serligi uppbygnaðurin av karmum og rammum hevur heili 5 kømur við stillstandandi luft. Hetta gevur eina sera høga isolering við einum U-virðið á karm og rammu á hægst 1,3.

Yvirlit yvir snið

Topstýrd

Topvend

FÁ EITT TILBOÐ

Skjótt og ómaksleyst

Vit hjálpa tær at finna júst tað røttu loysnina til tíni hús. 

Send okkum eini boð høgrumegin - og vit venda aftur skjótast gjørligt :-)
Takk fyri! Vit hava móttikið tygara boð, og svara aftur skjótast gjørligt.
Feilur. Royn vinarligast aftur.

Sølutorg

Sølutorg

Framsýning

Samband